fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula
PREVIEW

Skrivstovunæmingur

Ert tú áhugað/-ur í fyrisiting og búskapi? Og kundi tú hugsað tær at fingið spennandi arbeiðsroyndir samstundis, sum tú tekur eina útbúgving? So ert tú kanska okkara næsti skrivstovunæmingur við sergrein í búskapi á fíggjardeildini á Posta.  

 

Tú gerst partur av einum fakligum og spennandi arbeiðsumhvørvi, og tú fært gott innlit í arbeiðsgongdir í sambandi við fíggarliga partin av Posta. Økini sum tú fert at arbeiða við eru eitt nú skrivstovuarbeiði og bókhald. Tú lærir at bóka lønir, inntøkur og útreiðslur, og tú fært innlit í fíggjarætlanir og roknskapir. Eisini lærir tú um kundatænastu og samband við kundan, at meistra rokniørk, dátuviðgerð og tú fært gott innlit í KT-skipanir. 

Tú fært góðar starvsfelagar, eitt skipað arbeiðsumhvørvi og spennandi arbeiðsuppgávur. Eisini fært tú við tíðini møguleika at seta tín egna dám á arbeiðsdagin.  

 

Ert tú okkara skrivstovunæmingur?   

Vit leita eftir tær, sum hevur lokið búskaparbreyt, FHS ella líknandi útbúgving. Tú ert áhugað/-ur í tølum, tær dámar Excel, og tú ert ágrýtin. Týdningarmiklast fyri okkum er, at tú ert til reiðar at læra og gerast partur av einari flutningsfyritøku, sum hevur allar Føroyar sum arbeiðspláss.  

Vit ímynda okkum, at tú hevur eyga fyri smálutum í tínum arbeiði, at tú ert álítandi og hevur jaligan hugburð.  

  

Forvitin at læra meira?   

Ert tú forvitin at læra meira, hoyra vit fegin frá tær. Vit vænta ikki, at tú hevur nógvar royndir frammanundan. Men vit ynskja, at tú ert ágrýtin, forvitin og fús/-ur at læra.  

Í umsóknini leggja vit tí dent á, at tú greiðir frá, hvør tú ert, og hví tú vilt gerast skrivstovunæmingur við sergrein í búskapi.  

Lærutíðin er eitt bland millum arbeiði á skrivstovuni og skúlagongd. Lønin er sambært sáttmála við Starvsfelagið. Í gerandisdegnum arbeiðir tú í okkara ljósu og umvældu hølum á Óðinshædd í Havn. 

Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til Birgitte V. Gunnarsson, roknskaparleiðara, á bvg@posta.fo ella á telefon 212153 ella Jógvan Joensen, fíggjarleiðara, á jogvan@posta.fo ella á telefon 236040.

 

Freistin at søkja er mánadagin tann 10. mars 2025. Trýst á 'Søk nú' knøttin í høgru síðu.

 

Um Posta 

Posta er ein týðandi partur av flutningskervinum í Føroyum, og allir føroyingar eru viðskiftafólk hjá Posta. Posta er ein flutningsfyritøka, sum seinastu árini hevur verið í stórari menning.

Vit bjóða tær eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum nútímans umhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum. Á Posta eru hølini ljós og vinarlig, og til ber at melda seg til matarskipan. Tú verður partur av einum góðum arbeiðsumhvørvi við góðum trivnaði.

 

 

Lagt út tann
10. feb. 2025
Starv
Skrivstovunæmingur
Starvsheiti
Skrivstovunæmingur
Virki
Posta
Deild
Fíggjardeildin
Umsóknarfreist
10. mar. 2025
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor