Vinnuráðgevi til Posta
Tað skal vera lætt at vera kundi hjá Posta. Tað er okkara mál, og nú leita vit eftir einum vinnuráðgeva, sum kann styrkja sambandið við okkara vinnukundar og hjálpa okkum at menna tænastur og kundaupplivingar.
Tú verður andlitið hjá Posta úti hjá vinnukundunum og okkara umboð á marknaðinum. Tú byggir kundasambond og skapar sølu, og hjálpir okkum samstundis at skilja tørvin hjá kundunum.
Um starvið
Ein stórur partur av arbeiðinum er úti hjá kundunum, har tú lurtar, spyrt, ráðgevur og byggir sambond. Tú ert við til at tryggja, at vit bjóða loysnir, sum hóska til tørvin hjá kundunum.
Tínar arbeiðsuppgávur verða millum annað at:
skapa nýggjar sølumøguleikar
røkja og menna verandi vinnukundasambond
ráðgeva og vitja kundar um alt landið
fylgja upp upp á tilboð, avtalur og úrslit
bera vitan um kundatørv víðari í felagnum
røkja samskifti og avtalur við postverk og flutningsveitarar kring heimin
Um teg
Tú trívist, har fólk eru. Tú ert forvitin, dugir at lurta og skapar álit. Tú trívist bæði saman við kundunum, á telefonini og framman fyri telduna.
Vit ímynda okkum, at tú:
hevur lætt við at skapa og røkja sambond
ert forvitin, arbeiðir sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
hevur handilsligt tev og hug at skapa úrslit
dugir væl at samskifta bæði skrivliga og munnliga á føroyskum
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi royndir við sølu og/ella kundarøkt, men tað er ikki eitt krav.
Vit bjóða tær
Tú fært eitt sjálvstøðugt starv við ábyrgd, ávirkan og góðum møguleikum at seta tín dám á arbeiðið við sølu og vinnukundum.
Harumframt bjóða vit:
ábyrgd av egnum kundum og frælsi í arbeiðsdegnum
upplæring í okkara tænastum og skipanum
eitt gott arbeiðsumhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum og góðum trivnaði
Tú vísir til stjóran og arbeiðir tætt saman við bæði rakstrardeildini, kundatænastu og marknaðardeildini fyri at tryggja, at vit skapa virði fyri kundarnar.
Arbeiðsstaðurin er á Óðinshædd í Havn.
Samband og freist
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Edvard Remberg, stjóra, á tlf. 236018, teldupost edvard@posta.fo ella Báru á Lag, samskiftis- og HR-leiðara, tlf. 236049, bara@posta.fo
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Vit viðgera umsóknir so hvørt. Evstamarkið at søkja er 19. august 2026