fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Sølufólk til Posta

Hevur tú sølutokka, og dámar tær kundarøkt? Vilt tú vera við til at menna marknaðin hjá Posta? So ert tú kanska okkara nýggja sølufólk.

Vit leita eftir einum ágrýtnum og álitisvekjandi starvsfelaga at snikka saman góðar flutningsloysnir til viðskiftafólk, sum gera tað lætt at fáa vøru og pakkar til dyrnar. Tú verður partur av einum virkisfúsum toymi, sum ráðgevur, hjúklar um kundar og avgreiðir.

 

Starvið

Sum sølufólk verður tú sjónlig/-ur millum okkara vinnukundar. Tínar uppgávur fevna m.a. um at:

  • Røkja og menna verandi vinnukundasambond

  • Byggja upp nýggj sambond og menna marknaðin

  • Vitja kundar um alt landið

  • Ráðgeva um flutning

  • Tryggja uppfylging av tilboðum tilboðum, avtalum og úrslitum

 

Tú setir teg inn í tørv kundans, tekur ábyrgd og tryggjar, at loysnirnar rigga í verki. Eisini dugir tú væl at vera bindilið millum kundan og raksturin og tryggja, at fylgt verður upp.

 

Tín vangamynd

Tað er fyrimunur, um tú hevur viðkomandi starvsroyndir við sølu, umframt at tú hevur grundleggjandi forvitni at seta teg inn í okkara tænastur, tøkni og ikki minst tørv kundans. Tú ert fyrikomandi, álitisvekjandi og arbeiðir miðvíst fyri at røkka góðum úrslitum. Eisini dugir tú væl at samskifta skrivliga og munnliga á føroyskum.  

 

Vit bjóða tær

  • Ábyrgd av egnum kundum og møguleika at arbeiða sjálvstøðugt

  • Skipaðar karmar og gott samstarv tvørtur um deildir

  • Upplæring í okkara tænastum og skipanum

  • Gott arbeiðsumhvørvi og góðan trivnað

Arbeiðsstaðurin er á Óðinshædd í Havn.

 

Samband og freist

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sjúrð H. Hoydal, leiðara á Kundadeildini á shh@posta.fo, tlf. 236031, ella við Báru á Lag, Samskiftis- og HR-leiðara, bara@posta.fo, tlf. 236049 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vit viðgera umsóknir so hvørt. Evstamarkið at søkja er 22. mars 2026.

 

Um Posta

Posta er ein týðandi partur av flutningskervinum í Føroyum, og allir føroyingar eru viðskiftafólk hjá okkum. Virksemið er í dag miðsavnað um kjarnuvirksemið: flutning í Føroyum, umframt at vit sum postverk senda og móttaka post til Føroya, úr Føroyum og í Føroyum.

Vit hava starvsfólk kring alt landið og kunnu bjóða tær eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum nútímans arbeiðsumhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum og góðum trivnaði. Á Posta eru hølini ljós og vinarlig, og til ber at melda seg til matarskipan.

 

Lagt út tann
06. mar. 2026
Starv
Sølufólk
Starvsheiti
Sølufólk til Posta
Virki
Posta
Umsóknarfreist
22. mar. 2026
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor