fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Postboð í Havn

Ert tú tænastusinnað/ur og klár/ur at byrja í nýggjum starvi? Kundi tú hugsað tær koyrt skutara og verið postboð? So hava vit kanska eitt starv til tín. Vit leita eftir starvsfólki til parttíðarstarv.   

 

Tú gerst partur av einum góðum toymi, sum hvønn dag ger sítt besta fyri at tryggja, at alskyns flutningur kemur trygt fram til rætta móttakaran. Tær dámar væl at hava ábyrgd, og at gerandisdagurin til tíðir er skundmikil við skiftandi uppgávum, samstundis sum tú ert tænastusinnað/ur, ábyrgdarfull/ur og eitt gott umboð fyri Posta.

Vit kunnu bjóða tær eitt avbjóðandi starv, har tú fært nógva fríska luft og sleppur at røra teg, meðan tú ert til arbeiðis. Tú hevur frælsi til sjálv/ur at leggja ein part av degnum til rættis. Tú verður upplærd/ur, fært veðurgóðan búna, góðar starvsfelagar og eitt nútímans arbeiðsumhvørvi.

Tað er neyðugt, at tú hevur koyrikort.

 

Vit bjóða 

Vit kunnu bjóða spennandi og avbjóðandi starv í einum nútímans umhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum.

Vit leita eftir postboði til uml. 24 tímar um vikuna býtt millum tríggjar arbeiðsdagar, sum eru mánadag, mikudag og fríggjadag. Í høvuðsheitum fer arbeiði fram ímillum klokkan 8.00 og 16.00. Arbeitt verður fyri tað mesta á skutara.

Starvið er tímalønt eftir sáttmála við Starvsfelagið.  

Posta tryggjar hvønn dag, at alskyns flutningur – frakt, pakkar og vøra – í hópatali kemur trygt og skjótt fram til rættar móttakarar um allan heim. Á Posta eru umleið 120 ársverk.  

 

Umsóknarfreist

Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Sjúrð H. Hoydal, leiðara fyri útbering, á tlf. 23 60 31 millum kl. 09:00 og 16:00 gerandisdagar ella skriva til shh@posta.fo

Ert tú áhugað/ur í starvinum, send so umsóknina sum skjótast. Starvslýsingin er møguliga at finna fram til 24. oktober, men finna vit hóskandi umsøkjara áðrenn, verður starvslýsingin tikin burtur. 

 

Um Posta

Posta er ein týðandi partur av flutningskervinum í Føroyum og allir føroyingar eru viðskiftafólk hjá Posta. Posta hevur seinastu árini verið í einari stórari menning.

Vit bjóða tær eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum nútímans umhvørvi við væl skikkaðum og dugnaligum starvsfeløgum. Tú verður partur av einum jaligum umhvørvi, og trivnaðurin er góður.
 

 

Lagt út tann
13. okt. 2024
Starv
Postboð í Havn
Starvsheiti
Postboð í Havn
Virki
Posta
Deild
Streymoy, Vágar, Sandoy
Umsóknarfreist
24. okt. 2024
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor